Psykoterapi

Hvat er "Psykoterapi" ?


Psykoterapi byggir á samrøðu í trúnaði, sum tekur støði í tínum kroppi, kenslum og tonkum.

Psykoterapi snýr seg millum annað um broyting, fyribyrging, viðgerð og menning av tær sum menniskja.


Innan psykoterapi eru fleiri hættir ið arbeiðast kann eftir, teir hættir  sum eg nýti eru: Gestaltterapi. Kropsterapi og Kunstterapi.


Felags  fyri  hesar  tríggjar  hættirnar  er  at  arbeitt  verður  fyri sambandið.  Samband við  teg  sjálvan  inneftir  og  onnur  úteftir.  At vera sonn/sannur og nærverandi í nú´inum. Arbeitt verður fyri reinum og greiðum samskifti, so vit sleppa undan misskiljingum. Soleiðis fáa vit hækkað okkara lívsdygd og lívsgleði.

Kropsterapi


Kroppurin  goymir  alt, tú  hevur  gloymt.  Hann  samskiftir eisini  við  teg allan  dagin  og  hvønn  dag.

Tað  vísir  seg,  at nógv okkara  hava  gloymt  at lurta  eftir,  hvat  kroppurin  hevur  at  siga okkum, og hvussu  nógv  hann  hevur  at  siga.

  Um vit geva okkum farð um tað, so gerð kroppurin vart við seg langt áðrenn heilin hevur skrásett eitthvørt serstakt, til dømis tá tú skalt taka støðu til eitt ella annað, men  tað  hava  flest okkara  gloymt.

Vit kenna tað  frá  børnunum,  tey fáa  ilt  í  búkin um  okkurt  er,  sum  ikki  ruggar  rætt.

Við  kropsterapi  venja  vit okkum at  venda uppmerkseminum  aftur  til kroppsins  rødd, og endurvinna soleiðis møguleikarnar fyri samband við okkum sjálvi, og okkara medmenniskju.

Gestaltterapi


Tað  kann  sigast,  at  gestaltterapi  er  at  binda  sloyfur  á leysar endar.  At  tetta  lekar  í  orkutanganum.

Við  øðrum  orðum  at fáa  frið  við  okkurt,  sum  fyllir  óviljað  í  huganum.  At  finna  útav  hvussu  tú  kanst  handla  øðrvísi  í  ávísum  støðum,  sum  vísa seg  at  endurtaka  seg.

At broyta  eitt  mynstur  sum  ikki  er  gott fyri teg. At fáa  nýggjar framferðar mátar, so tú kanst vera meira TÚ  millum onnur, uttan at føla  teg skeivan.

Gamlar  sorgir,  svik,  trauma  og  aðrar upplivingar  kunnu  forða einum at liva í nú´inum.

Við gestaltterapi taka vit hond um tað, sum órógvar nú´ið.

Kunstterapi


Kunstterapi kemur frá sama staði sum okkara dreymar.

Gjøgnum kunstterapi, eins og dreymar, fært tú boð frá tíni  ótilvitsku, sum vil  hjálpa tær í  tínum gerandisdegi. Hjálpa  tær í  tínum samskifti og realtiónum til onnur og teg sjálvan.

Kunstterapi er serliga góð til støður, har tú ikki hevur orð fyri  t.d. okkurt sum tú ongantíð fyrr hevur  tosað um.

Sagt verður,  at  tað  málsliga er  ein  máti  at sam­skifti uppá, kunstterapi er ein annar.

Kunstterapi er í fyrsta umfari samskifti frá tær  til  tín.

Kunstterapi er  ikki  tað  sama,  sum tað vit vanliga skilja sum list, men er eitt amboð til betri sjálvsfatan.