Kropslig menning

At spæla er ikki lívsfarligt - tað er lívsneyðugt !

Allar tær vørur sum vit selja hava beinleiðis samband við kropsliga menning, tað sum eru hornasteinarnir i vørunum er menning av javnavág, dirvi og stuttleiki :)


Trýst á  vøruna niðanfyri


Stúltur

Spoonerboard

Javnvágarlína


Stúlturnar


Umframt at stúlturnar eru ein  leika, har tú bæði kanst stuttleika tær í einsemi ella saman við øðrum, eru tær eisini við til at geva okkum fleiri aðrar síðuvinningar sum vit vanliga ikki geva okkum farð um.


Umframt at brúkarin mennist bæði kropsliga og sálarliga.


So lærir  tú at vera til staðar  her og nú.

Javnvágin mennist.

Blóðrenslið økist.

Heilin stimbrast.

Strongdin minkar.

Tú lærir at váða.

Og við at megna økist sjálvsvirið.


Alt hetta á  ein spælandi og stuttligan hátt !!!

Á myndunum omanfyri síggja tit hvussu børn frá barnagarðinum Alvalon í Sørvági hugna sær á stúltum. Barnagarðurin ognaði sær í 2014 fleiri pør av stúltum. Trýst á myndinar og tær vera størri.

Spoonerboard


Spoonerboard er eitt brettið í minnir um rullufjøl (skateboard).


Spoonerboard sum ikki hevur hjól, hevur sama skap sum ein yvirvaksin skeið, og gevur hetta ein serstakan eginleika at stimbra javnvágina, bæði hjá børnum og vaksnum. Brettið er framleitt úr sera slitsterkum plasti, og hevur ongar tyngdaravmarkingar.


Brettið er ein leika til  sera frítt, og mennandi spæl. Tað vil siga at børn líka so væl sum vaksin, avgerða sjálvi hvussu tey velja at nýta bretti. Tað er sera lætt at nýta, og gevur tær ein hóp av møguleikum til serligar framførðslur eftir egnum ynski.


Brettið økir um kjarnustyrkina og javnvágina i øllum kroppinum, økir um javnvágarstyrkina í beinunum, og mennir samskipanina av javnvág ímillum heila og kropp.


Á brettinum kanst tú millum annað: standa, sita, rugga, vagga, snara, snurra, glíða ella hoppa.


Um javnvágin í heila og/ella kroppi av eini ella aðrari grund ikki er nøktandi, kanst tú venja hvar og nær tað passar tær, og júst á tí støði tú sjálv/ur ynskir.


Spooner Board er til allar aldursbólkar, líka frá smábørnum til elsta ættarlið, umframt at tað kann bæði nýtast innan og uttandura.

Omanfyri síggja tit Evald royna seg á stúltum í góðveðrinum 20 mars 2015

Á filmsbrotinum omanfyri síggja og hoyra vit hvussu stóra ávirkan tað hevur um vit megna eitthvørt sjálvi.

Omanfyri síggja vit hvussu børn og vaksin á stúltum stuttleika sær saman.

Á filmsbrotinum omanfyri síggja og hoyra vit, hvussu gott tað er at menna og stimbra okkara rørðslur.

Barnagarðurin Alvalon í Sørvági, hevur ogna sær Spoonerboard til spæl, og kropsliga menning hjá børnum. Sí video omanfyri

Við at brúka brettið økir tú um:


Javnvágina (Balance)

Samskipan ímillum krop og heila (Koordination)

Rørsluligan dugnaskap (Motorik)

Likamligu styrkina/megina (Styrke)

Blóðrenslið (blodomløb)

Grundleggjandi støðufesti (Stabilitet)


Kann brúkast á flest øllum undirlendi.

Væl egnað til uppvenjing eftir skaðar.

Væl egnað til venjing innan flest allan ítrótt.

Væl egnað at standa á við skrivstovuarbeiði.

Hevur ongar vekt-avmarkingar.

Kann viðmælast til øll frá 3 ár og uppeftir.


MEIR UM SPOONERBOARD TRÝST HER

At spæla er ikki lívsfarligt - tað er lívsneyðugt !

Javnvágarlínan !


Javnvágarlínan kann vera eitt amboð, innbúgv ella ein leika. Í løtuni er júst hetta snið av javnvágarlínu tann einasta av sínum slag í Føroyum.

Við atlitið til trygdina kann sigast at ein uppsett lína er 3 metur long, og  40 cm uppfrá gólvinum.

Tað eru bert eins egnu skapanarevni, sum seta mørkini hvat línan kann brúkast til.

Sum eina hjálp til at vekja áhugan fyri javnvágarlínuni kann eg siga at útgangsstøðið er “Homo Ludens” ella “Tað spælandi menniskja”. Niðanfyri eru  dømi uppá hvat línan kann stimbra hjá tí einstaka. Eisini vísa royndir at javnvágarlínan lættliga kann gerst eitt samlistað fyri bæði børn og vaksin.


Javnvág, (balance) bæði kropsliga og sálarliga.

Tilvitska, (awareness) uppmerksemi vð brúk av øllum sansum, bæði kropsliga og sálarliga.

Nærvera, vera til staðar.

Bindindi, (koncentrationsevne) evni at savna/hugsa bara um eitt.

Kropsligt uppmerksemi, vísa kroppinum ans.

Sálarligt uppmerksemi, vísa tankum, mótsøðum, tørvum og upplivingum ans.

Spæliførleikar, bjóða kroppi og sál av ígjøgnum spæl.


Hetta eru bert nøkur fá evnir har javnvágarlínan kann vera ein stimbran, eisini er møguligt at arbeiða víðari á øðrum støði, við tí sum hvør einstakur upplivir í hesum javnvágarspæli .

Javnvágarlínan kann sjálvandi nýtast av bæði starvsfólki og børnum. Her kann nevnast tað áhugaverda, at børn flest hava lættari til spæl enn vaksin.

Møguleiki er eisini at leiga "Javnvágarlínuna" !!!

Send ein fyrispurning til: eystein@lodan.dk


Við at brúka javnvágarlínuna:


Ert tú til staðar her og nú.

Loysir tú upp í kroppinum.

Økir tú um blóðrenslið.

Stimbrar tú heilan .

Økir tú um javnvágina.

Minkar tú um strongdina.

Alt uppá ein spælandi hátt.

Setur tú gongd á tað sjálvstýrandi nervalagið



Eisini økir javnvágarlínan um:


Viljan til spæl

Viljan at váða

Viljan at taka eitt fet á óstøðugari grund

Viljan at finna fokus

Viljan at merkja kroppin

Á filmsbrotinum til vinstru sært tú hvussu skjótt, og lætt tað er at samla javnvágarlínuna, so hon er klár at taka í brúk.